Gevst eftir ósemju við forsetan

Gevst eftir ósemju við forsetan
Forsætisráðharrin í Turkalandi, Ahmet Davutoglu, leggur frá sær eftir eina ósemju millum hann og forsetan, Recep Tayyip Erdogan
Forsætisráðharrin í Turkalandi, Ahmet Davutoglu (á myndini), leggur frá sær eftir eina ósemju við forsetan í landinum
Mynd: AP  
 
05.05.2016 - 15:29

Forsætisráðharrin í Turkalandi, Ahmet Davutoglu, leggur frá sær, skrivar tíðindastovan Ritzau. Tað boðaði hann sjálvur frá á floksfundi hjá AKP-flokkinum í dag.

Ahmet Davutoglu gevst eisini sum leiðari í stjórnarflokkinum AKP, boðaði hann samstundis frá á fundinum. Nýggjur forsætisráðharri verður valdur 22. mai, tá flokkurin heldur eyka floksting.

Ósamdur við forsetan

Orsøkin, til at forsætisráðharrin leggur frá sær, er ein ósemja millum hann og forsetan, Recep Tayyip Erdogan, sum stovnaði AKP-flokkin.

Recep Tayyip Erdogan, forsetin í Turkalandi, ynskir at broyta parlamentarisku skipanina í landinum.

Tað fall tó ikki í góða jørð hjá fráfarandi forsætisráðharranum í Turkalandi, ið heldur valdi at leggja frá sær orsakað av fráboðaðu broytingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444