Muslimur verður borgarstjóri í London

Muslimur verður borgarstjóri í London
Sadiq Khan, sum er ættaður úr Pakistan, fekk 1,3 milliónir atkvøður
 
07.05.2016 - 08:50

Fyri fyrstu ferð verður ein muslimur borgarstjóri í bretska høvuðsstaðnum London.

45 ára gamli Sadiq Khan úr Labour er 45 ára gamal, og er ættaður úr Pakistan.

Tá liðugt varð at telja atkvøðurnar, hevði Khan fingið 57 prosent, ella tilsamans 1,3 milliónir atkvøður. Tað eru 300.000 fleiri enn konservativa mótvalevnið, Zac Goldsmith, fekk.

- Takk fyri, London. Eg havi ongantíð droymt um, at ein, sum eg, kundi verða valdur til borgarstjóra í London, segði Sadiq Khan í røðu síni, tá úrslitið varð greitt.

Hann er sonur ein bussførara og eina seymikonu úr Pakistan, og er uppvaksin í London.

Sadiq Khan avloysir konservativa Boris Johnson, sum hevur verið borgarstjóri í London seinastu átta arini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659