Nýskipanir samtyktar í Grikkalandi

Nýskipanir samtyktar í Grikkalandi
Meiriluti í grikska tjóðartinginum samtykti seint ígjákvøldið at seta skatta- og pensjónsnýskipanir í verk í skuldartyngda landinum, skrivar AFP
 
09.05.2016 - 11:08

Vinstrasinnaða stjórnin hjá Alexis Tsiprar, forsætisráðharra, fekk stuðul allari samgonguni - tilsamans 153 atkvøðum.

Sostatt varð illa umtókti lógarpakkin samtyktur við minsta meiriluta í tjóðartinginum, sum hevur tilsamans 300 sessir.

Illir grikkar

Lógarpakkin hevur seinastu dagarnar elvt til fleiri mótmælistiltøk í kreppurakta landinum, tí samtykti lógarpakkin ber í sær hægri skatt fyri miðal og háinntøkur.

Túsundtals grikkar vóru í gjár í gøtunum í teimum báðum størstu býunum og mótmæltu lógarpakkanum, sum eisini fer at ávirka pensjónirnar.

Vreiði í tjóðartinginum

Eisini í tjóðartinginum var ónøgd, og tjóðartingslimir vóru vreiðir.

- Harra forseti. Tú gavst okkum lyfti um vón. Tað er broytt til ørkymlan, segði Fofi Genni-mata, leiðari fyri sosialdemokratarnar, sum sita í andstøðu, skrivar Reuters.

- Tiltøkini eru ein gravsteinum fyri vakstrarmøguleikar, segði Kyriakos Mit-sotakis, leiðari fyri konservativa flokkinum, Nýggjum demokratii, -sum í løtuni er á odda í nýggjastu meiningakanningunum, skrivar REtuers.

Fakta:

Alexis Tsipras, forsætisráðharri, varð í fjør afturvaldur, tí hann lovaði at stríðast móti sparikrøvunum frá ES. Hann noyddist í heyst at skriva undir enn ein lánspakka við ES.

Tsipras hevur roynt at sannført um, at nýskipanir eru neyðugar, um ikki skipanin søkkur saman um nøkur fá ár.

Fíggjarmálaráðharrar í Evrulondunum hittast í dag  at tosa um griskska búskapin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797