Heryvirmaður hjá yvirgangsfelagsskapinum IS dripin

Heryvirmaður hjá yvirgangsfelagsskapinum IS dripin
Hernaðarleiðarin í Anbar-landspartinum og fyrrverandi limur í al-Keida í Irak, Abu Waheeb, lat lív saman við trimum øðrum limum í IS
Abu Waheeb var hernaðarligi leiðarin í Anbar-landspartinum
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
10.05.2016 - 11:20

Tað hendi í einum luftálopið, sum amerikanska hernaðarsamgongan stóð á odda fyri, fríggjadagin, upplýsti talsmaður fyri amerikanska verjumálaraðið, Peter Cook, ígjár.

Avrættingar á sjónbandi

Waheeb var millum annað kendur fyri at hava avrættað tríggjar lastbilførarar á sumri 2013. 

IS steðgaði lastbilunum á veg til Sýria, og avhoyringin og avrættingini vóru filmaðar og seinni vístar á netinum sum ávaring til onnur.

Waheeb hevur eisini verið at sæð í fleiri sjónbandaupptøkum hjá IS í sambandi við avrættingar.

Dømdur til deyða

Amerikanskar herdeildir handtólkum hann í 2006, og trý ár seinni dømdi ein irakiskur dómstólur hann til deyðis fyri at hava verið limur í al-Keida.

Í 2012 var hann ein av 110 fangum, sum vórðu latnir leysir, tá IS leyp á fongslið í Tikrit, har serliga vandamiklir fangar vóru samlaðir.

Waheeb gjørdist eftir hetta ovasti leiðari fyri IS í Anbar-landspartinum har vestri í Irak, - við markið til Sýria.

IS veikari nú

Irakskir myndugleikar hava skuldsett Waheeb fyri at hava skipað fyri fleiri yvirgangsatsóknum í landinum seinastu árini, sigur talsmaðurin.

- Tað er vandamikið at vera leiðari fyri IS í Irak og Sýria í hesum døgum. Vit vilja leggja trýst á teir á so nógvum økjum sum møguligt, og tað hevur eydnast væl. Anbar-landsparturin er týdningarmikil fyri IS, - og at vit nú hava tikið hernaðarliga IS-leiðaran frá teimum, fer at raka teirra førleika at fremja atsóknir har, sigur Peter Cook, talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558