Fleiri biðja um friðskjól í Íslandi

Fleiri biðja um friðskjól í Íslandi
Nógv fleiri fólk biðja um friðskjól í Íslandi í ár enn í fjør. Tey flestu, sum vilja sleppa at búgva í Íslandi, eru úr Albania og Makedonia
Til 1. mai bóðu 177 útlendingar um friðskjól í Íslandi. Tað er tríggjar ferðir so nógv sum somu tíð í fjør, upplýsir íslendska útlendingastovan
 
13.05.2016 - 07:46

Til 1. mai bóðu 177 útlendingar um friðskjól, tríggjar ferðir so nógv sum somu tíð í fjør, upplýsir íslendska útlendingastovan.

Bara í apríl bóðu 42 fólk úr 17 londum um friðskjól í Íslandi. Tey flestu, sum vilja sleppa at búgva í Íslandi, eru úr Albania og Makedonia.

79 prosent eru menn, og 79 prosent av teimum, sum vilja fáa friðskjól, eru vaksin fólk. Útlendingamyndugleikarnir avgreiddu 186 umsóknir fyrstu fýra mánaðir ársins.

Vesturlendingar søkja eisini um friðskjól

37 sluppu at vera í Íslandi, hálvthundrað fingu noktandi svar, og 66 vórðu send av landinum aftur. Tey flestu, sum fingu friðskjól, eru úr Irak og síðani úr Sýria og Iran.

Tað kemur fyri, at fólk úr Vesturheiminum søkja um friðskjól í Íslandi. Í ár hava tvey fólk úr Kanada og ein breti søkt um friðskjól, men svarið, tey fingu, var nei.

Í apríl søktu tríggir amerikanarar um friðskjól, men teirra umsóknir eru ikki avgreiddar enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738