Í minsta lagi 50 fólk deyð av toruni

Í minsta lagi 50 fólk deyð av toruni
Fleiri enn 50 fólk í Bangladesh eru deyð teir seinastu dagarnar, tí at toran sló niður. Talið kann tó vera uppaftur størri, skriva miðlar á staðnum
Í minsta lagi 50 fólk eru deyð í Bangladesh seinastu dagarnar eftir, at toran sló niður og rakti tey. Til samans doyðu 51 fólk í 2015
Mynd: AP  
 
15.05.2016 - 10:06

Í minsta lagi 50 fólk í Bangladesh eru sambært bretska kringvarpinum, BBC deyð eftir, at toran sló niður og rakti tey.

Talan kann kortini vera um fleiri fólk. Miðlar í Bangladesh skriva, at útivið 65 fólk doyðu, tá toran sló niður hósdagin og fríggjadagin.

Meginparturin av teimum deyðu vóru landbúnaðararbeiðarar, ið vóru til arbeiðis, tá toran sló niður í fátæka landinum, skrivar Ritzau.

Verri enn vanlig ár

Hóast tað ikki er óvanligt, at toran slær niður í Bangladesh hesa árstíðina, so er tað kortini verri í ár enn undanfarin ár.

Atvoldin til hervuliga toruveðrið kann vera, at hitin er hækkaður og at stórar skógir eru feldar, siga serfrøðingar.

Síðan mars í ár eru 90 fólk deyð, tí snarljósið rakti tey. Til samans doyðu 51 fólk í 2015, sambært BBC, ið endurgevur Voice of America.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558