Fólkatalið í Grønlandi minkar

Fólkatalið í Grønlandi minkar
Heldur gongdin í Grønlandi fram, búgva 3.000 færri fólk í landinum í 2040. Miðalaldurin hækkar eisini
 
18.05.2016 - 08:02

Meðan fólkatalið í Føroyum er farið at vaksa aftur, er støðan tann øvugta í Grønlandi. Sambært hagstovuni í Grønlandi vera við hetta lag 3.000 færri fólk enn nú í Grønlandi í 2040.

Samstundis hækkar miðalaldurin hjá teimum, sum búgva í landinum, 2,7 ár upp í 38,1 ár. Framskrivingarnar siga eisini, at í 2040 vera dupult so nógv fólk sum nú eldri enn 70 ár.

Tann 1.januar í ár búðu 55.847 fólk í Grønlandi, 137 færri enn 1. januar í fjør. Fólkatalið nú er tað minsta í 20 ár. Fráflyting er orsøkin til, at fólkatalið minkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558