- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hollande: Flogfarið datt niður
Francois Hollande leggur aftrat, at allir møguleikar verða kannaðir, og roynt verður sum skjótast at fáa greiðu á hvat er hent.
Fyrrverandi ovastin fyri fronsku loftferðslunevndina sigur seg ikki ivast í, at ein bumba var umborð á flogfarinum. Flogfarið datt niður sunnanfyri oyggjarnar Kreta og Kypros.
Fólk sóu eldkúlu
Fólk, sum eru á grikskum oyggjum, siga seg hava sæð eina eldkúlu á himmalhválvinum um ta tíðina tá egyptiska flogfarið hvarv.
Tað sama sigur ein skipari á einum skipi, ið var á leiðini. Grikski verjumálaráðharrin sigur, at flogfarið snaraði knappliga, áðrenn tað datt í havið.
Serfrøðingar siga tað vera óvanligt, at eitt flogfar sum flýgur so leingi og er so høgt, dettur niður. Tí verður tosað um yvirgang, hóast eingin enn vil gera viðmerkingar til tað.
SÍ EISINI Óvist hví egyptiskt flogfar er horvið
Nakað eftir at egyptiska flogfarið hvarv av radaranum hjá griksku loftferðslumyndugleikunum, sendi tað út neyðarkall, upplýsir ein talsmaður fyri egyptiska herin, men felagið vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini.
Hildið verður um eina sjálvvirkandi neyðskipan, og at tað ikki vóru flogskipararnir sum sendu boðini. Hvat hendi við flogfarinum er framvegis ógreitt.
Egyptaland og Frakland eru farin at samstarva um, so skjótt sum møguligt at fáa greiðu á, hví flogfarið í nátt hvarv á veg úr Paris til Kairo.
Umfatandi leiting sett í verk
Franska stjórnin hevur boðað til kreppufund um hendingina. Bjargingarfeløg úr Egyptalandi, Grikkalandi og Fraklandi farin at leita eftir flogfarinum. Haraftrat eru fleiri skip sum eru stødd á leiðini eisini farin at leita.
Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, hevur eisini boðað frá, at NATO er tilreiðar at hjálpa, um áhugi er fyri tí. 66 fólk vóru við flogfarinum, 56 ferðafólk, tríggir trygdarvørðar, umframt manningina.
Fólkini vóru úr 12 londum, harav 15 úr Fraklandi og 30 úr Egyptalandi. Flogfarið fór úr Paris um ellivutíðina í gjárkvøldið, og stutt fyri klokkan trý í nátt hvarv flogfarið.
Hvarv stutt áðrenn lending
Tá flogfarið hvarv, hevði tað flogið yvir Alpunum, Norðuritalia og Kroatia, og var yvir Miðjarðarhavinum. Flogfarið var komið inn í egyptiskt loftrúm, tá tað hvarv, upplýsa egyptisku myndugleikarnir. Flogfarið hevði bert hálvan tíma eftir til Kairo.
Flogfarið, sum var av slagnum Airbus 320-232, og varð latið EgyptAir í 2003. Í oktober í fjør sprongdist ein buma umborð á einum russiskum flogfari, tá tað var yvir Sinai-oyðimørkini.
Flogfarið var á veg úr egyptiska frítíðarbýnum, Sharm el-Sheikh til Santa Pætursborg. Øll sum við vóru, lótu lív.