Toran gingið í París og í týska býnum Hoppstädten

Toran gingið í París og í týska býnum Hoppstädten
11 børn eru løstaði, seks teirra álvarsliga, skrivar franska blaðið Le Figaro, sambært Ritzau
Toran gingið í franska høvuðsstaðnum París og í týska býnum Hoppstädten
Mynd: tilvildarlig mynd  
 
29.05.2016 - 09:54

Fleiri børn hava fingið mein, eftir at toran sló niður í eini park í París í Fraklandi í gjár, har børnini spældu. 11 børn eru løstaði - seks teirra álvarsliga, skrivar franska blaðið Le Figaro, sambært Ritzau. Børnini vóru í parkini til ein barnaføðingardag, tá toran sló.

Eisini í Týsklandi, gjørdi toran álvarsligan skaða í gjár, tá hon sló niður í ein fóbóltsvøll undir einum dysti millum tvey ungdómslið í býnum Hoppstädten. Har fingu fleiri av leikarunum og áskoðarunum mein av toruni. 35 fólk vórðu flutt á sjúkrahúsið. Týskir miðlar skriva, at toran sló beint niður í dómaran. Ein áskoðari hevur fingið mynd av støðuni, tá dómarin verður raktur.

Tað var hvørki regn ella myrk skýggj á himlinum, tá toran sló.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025