Valdið hjá sýriska forsetanum munandi skert

Valdið hjá sýriska forsetanum munandi skert
Tað stendur í einum skjali, sum er likið úr russiska uttanríkisráðnum frá eini nevnd, sum hevur arbeitt við einum uppskoti um nýtt valdsbýti í Sýria
Valdið hjá Bashar al-Assad skal skerjast
 
29.05.2016 - 10:56

Russland roynir seg nú við einum nýggjum útspæli fyri at fáa gongd á aftur uppsteðgaðu friðarsamráðingarnar um Sýria.

Eitt skjal er likið úr russiska uttanríkisráðnum frá eini nevnd, sum hevur arbeitt við einum uppskoti um nýtt valdsbýti í Sýria. Har verður valdið hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, munandi skert. Tað skal gerast fyri at sleppa undan at taka støðu til framtíð hansara sum forseti, tí tá verður tað óneyðugt.

Bashar al-Assad vil ikki sleppa valdinum, og Russland vil ikki noyða hann frá, men viðurkennir eftir øllum at døma, at forsetin er størsta forðingin fyri friði í Sýria. Russland skjýtur upp, at Sýria ikki longur skal eita "Sýriska Arabiska Lýðveldið", men "Lýveldið Sýria" fyri at ganga kurdum og turkmenum á møti, skrivar Gulf News. Haraftrat skal ásetingin strikast, sum sigur, at forsetin skal vera muslimur. Men so leingi Bashar al-Assad hevur valdið í høvuðsstaðnum Damaskus og í øðrum størri býum, er spurningurin, um hann fer at loyva øðrum enn sær sjálvum at stilla upp til forsetaval.

Í uppskotinum, sum er komið fjømiðlum í Miðeystri í hendi, skjóta russar upp, at sýrisku kurdarnir fáa grundlógartryggjaðan rætt at tosa sítt egna mál, og at tað verður javntsett við arabiskt. Kurdiska sjálvstýrið skal ikki hava politiskt og búskaparligt vald, men kurdar skulu hava mentanarligt sjálvstýri, skrivar libanska blaðið al-Akhbar. Landspartarnir í Sýria skulu annars hava størri vald - hvør við sínari stjórn og tingi. Uppskotið avmarkar forsetaskeiðið soleiðis, at forsetin í mesta lagi kann veljast tvær ferðir - sjey ár hvørja ferð. Men í uppskotinum stendur ikki, um Bashar al-Assad kann stilla upp. Hann hevur verið forseti í 16 ár og tók við eftir faðirin, sum sat heili trý áratíggju.

Í russiska uppskotinum verður ásett, at forsetin skal standa til svars fyri tjóðartinginum, og at tað er tjóðartingið og ikki forsetin, ið hevur lóggávuvaldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558