Maður deyður í arbeiðsvanlukku

Maður deyður í arbeiðsvanlukku
Ein arbeiðsvanlukka hjá skipasmiðjuni MEST á Skála hevur í morgun kravt eitt lív. Avvarðandi hjá manninum eru kunnað
Ein maður, fyrst í 40-árunum, er í morgun deyður í eini arbeiðsvanlukku á skipasmiðjuni á Skála
 
31.05.2016 - 11:33

Ein arbeiðsvanlukka á skipasmiðjuni á Skála fyrrapartin hevur kravt eitt mannalív. Klokkan hálvgum tíggju fekk alarmsentralurin fráboðan um arbeiðsvanlukkuna.

Talan var um ein spreinging á arbeiðsplássinum, sigur vakthavandi, sum enn ikki kann nágreina, hvat er áfatt. Løgreglufólk, sjúkrabilur og lækni vórðu boðsend.

Kreppuhjálp sett í verk

Læknin staðfesti, at maðurin hevði latið lív. Maðurin, sum var fyrst í 40-árunum, arbeiddi á skipasmiðjuni.

Hann var í ferð við at sandblása, tá hann fekk lokið á sandkompressaranum í høvdið. Nú verður kreppuhjálp sett í verk.

Arbeiðseftirlitið er á vanlukkustaðnum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158