Sí video: Heimsins longsti tunnil letur upp

Sí video: Heimsins longsti tunnil letur upp
Heimsins longsti og djúpsti toktunnil verður nú tikin í nýtslu í Sveis. Tað tók næstan 20 ár at bora tunnilin, ið kostar meira enn 80 milliardir
Arbeiðsmenn styrkja loftið í heimsins longsta tunli síðsta summar. Gotthard-tunnilin er 57 kilometrar til longdar, og tað tók næstan 20 ár at bora tunnilin
Mynd: AP  
 
01.06.2016 - 11:18

Tunnilin er 57 kilometrar til longdar og 2,3 kilometrar djúpur.  Hann skal brúkast til háferðartok á rutuni undir sveisisku alpunum millum Norður- og Suðurevropa.

Talan verður um einki minni enn eina kollvelting av evropeiskum farmaflutningi, siga sveisisku myndugleikarnir.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tunnilin fer at gera stóran mun, tí higartil er farmur fluttur á leiðini við einari millión lastbilum um árið. Hesin farmur skal nú flytast við háferðartoki gjøgnum tunnilin ístaðin.

Higartil hevur heimsins longsti tunnil verið í Japan. Tann tunnilin er nú næstlongstur, meðan tunnilin undir Ermarsund nu er heimsins triðlongsti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558