Obama játtar sín stuðul til Hillary Clinton

Obama játtar sín stuðul til Hillary Clinton
Amerikanski forsetin, Barack Obama, boðar nú alment frá, at hann stuðlar Hillary Clinton í at gerast næsti forsetin í USA
Barack Obama, amerikanskur forseti, hevur játtað í eini videoupptøku, at hann fer at stuðla Hillary Clinton at gerast tann næsti forsetin í USA
Mynd: Skíggjamynd/ABC News  
 
10.06.2016 - 08:44

Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur játtað í eini videoupptøku, at hann fer at stuðla Hillary Clinton at gerast tann næsti forsetin í USA.

Hillary Clinton hevur fingið fleiri valfólk enn Bernie Sanders í undanvalinum hjá Demokratunum at gerast forsetavalevni hjá flokkinum.

Men Bernie Sanders vil ikki geva skarvin yvir. Sanders ætlar sær at halda fram at stríðast fyri at gerast valevni hjá Demokratunum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Men hósdagin kunngjørdi amerikanski forsetin, Barack Obama, í einari videoupptøku, at hann stuðlar Hillary Clinton. Amerikanski forsetin segði millum annað:

- Eg vil bara siga tykkum, ið hava verið við mær, síðani henda ótrúliga ferðin byrjaði, at eg stuðli henni, og eg fái ikki bíðað, til at luttaka í valstríðnum hjá Hillary.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558