Rokna við ruðuleika í Paris

Rokna við ruðuleika í Paris
EM-endaspælið í fótbólti byrjaði í gjár, men í dag stúra tey fyri ruðuleika í franska høvuðsstaðnum, tí ein røð av verkføllum eru ávegis
 
11.06.2016 - 10:06

Tað byrjaði so væl í gjár við fronskum sigri á Rumenia, tá vertstjóðin spældi fyrsta dystin í EM-endaspælinum, men í dag er vandi fyri kaos.

Flogskiparar hjá franska tjóðarflogflagnum Air France fóru í dag í verkfall. Fráboðaða verkfallið verður næstu fýra dagarnar og fer at órógva flogferðsluna til og úr Fraklandi. Air France hevur í morgun avlýst umleið triðingin av øllum flogferðum í dag, skrivar BBC. Leiðslan í Air France hevur boðað frá, at tey royna at tryggja sær, at býirnir, har EM-dystir eru á skránni, ikki verða raktir av verkfallinum á sama hátt sum aðrir.

Flogskipararnir mótmæla nýggjum reglum, sum ger tað lættari ella skjótari at siga fólk upp og at seta fólk í starv..

Verkfallið hjá flogskiparunum er bara tað seinasta í einari røð av verkføllum, sum raka beint nú stóra evropeiska fótbóltskappingin er í Fraklandi. Tí eisini tey, sum savna inn rusk, er farin í verkfall - og tokførararnir hava júst verið í verkfalli í níggju dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558