Veljarakanning: bretar vilja úr ES

Veljarakanning: bretar vilja úr ES
Ein veljarakanning, sum blaðið Independent hevur latið gera vísir, at 55 prosent av bretum fara at atkvøða fyri, at Ongland skal taka seg úr ES
 
11.06.2016 - 17:00

Hinvegin vilja bert 45 prosent fara at atkvøða fyri at vera verandi. Gloppið millum ja og nei er tað størsta, síðani Independent byrjaðu at gera veljarakanningar um fólkaatkvøðuna 23 juni.

Veljarakanningin avdúkar tó, at tey, sum atkvøða fyri, at Ongland skal taka seg úr ES. Ikki øll eru sannførd um, at tað fer at henda. Tá tey somu 2000, sum vóru spurd um, hvat tey fóru at velja, vóru biðin um at spáa um úrslitið, var munurin minkaður til bert fýra prosentstig millum partarnar.

Fleiri evropeiskir leiðarar stúra fyri, hvat fer at henda í Evropa, um Ongland tekur seg úr samstarvinum. Svenski uttanríkisráðharrin Margot Wallström sigur millum annað við BBC, at fólkaatkvøðan kann fáa ta óhepnu avleiðing, at fleiri lond taka seg úr samstarvinum, og at ES í evstu avleiðing kann fara í søguna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558