Lógaruppskotið sent til hoyring

Lógaruppskotið sent til hoyring
Lógaruppskotið, um at hækka barnafrádráttin við 2.700 krónum um árið fyri hvørt børn undir skúlaaldur, er mett at kosta landinum 12 milliónir árliga
 
05.07.2016 - 14:48

Lógaruppskotið, um at hækka barnafrádráttin til smábarnafamiljur, við børnum undir skúlaaldur, er nú orðað og sent til hoyringar.

Sambært uppskotinum hækkar barnafrádrátturin í landsskattinum úr 6.500 upp í 9.200 krónur um árið fyri hvørt barnið, sum er millum null og seks ár.

Frádrátturin fyri børn millum seks og 17 ár verður óbroyttur, 6.500 krónur. Endamálið at lætta um fíggjarliga hjá smábarnafamiljum, sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið frá Kristinu Háfoss.

Kostar landinum 12 milliónir

Broytingin í barnafrádráttinum skal koma í gildi á nýggjárinum, og hon er mett at kosta landskassanum 12 milliónir krónur í mistari inntøku.

Kommunurnar áseta sjálvar barnafrádráttin í kommunuskattinum, og tí er frádrátturin ymiskur frá kommunu til kommunu.

Í meðal er barnafrádrátturin í kommunuskattinum 6.350 krónur um árið fyri hvørt barnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334