Býttu 600 tons millum sín

Býttu 600 tons millum sín
Enniberg og Gadus keyptu tey 600 tonsini í russiska partinum av Barentshavinum á afturlatnu uppboðssøluni í dag. Teir keyptu 300 tons í part
 
21.07.2016 - 16:13

Teir fingu fiskin fyri 3,25 krónur fyri kilo, hóast Enniberg bjóðaði 8,31 krónur og Gadus 8,12 krónur. Men triðja boðið átti Sjagaklettur, og tað var 3,25 krónur fyri kilo.

Tá vóru bara 50 tons eftir, og tey vildi reiðaríið hjá Sjagakletti ikki hava, so Gadus keypti tey, tá Enniberg ikki vildi hava tey. Gadus bjóðaði upprunaliga upp á 250 tons.

Men av tí, at Sjagaklettur slapp upp í part, var hansara boð avgerandi fyri teir, sum keyptu fiskin. Boð vóru eisini frá Sjúrðarbergi og Akrabergi.

SÍ EISINI Afturlatna sølan gav 2,7 milliónir

Selt varð fyri eina millión og 950.000 krónur á afturlatnu uppboðssøluni í dag. Minstiprísurin, sum landsstýrismaðurin ásetti, var 1,75 krónur.

Klokkan 15 byrjaði Fiskamarknaðurin at selja 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av sild. Tey 3.500 tonsini av makreli eru býtt í 24 partar.

Partarnir eru millum 75 og upp í 225 tons hvør, og 2.000 tonsini av sild eru eisini býtt í 24 partar, sum eru úr 40 upp í 160 tons hvør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386