Valskipanin í Grikkalandi broytast

Valskipanin í Grikkalandi broytast
Grikkaland fer at broyta valskipanina, soleiðis at parlamentið í landinum betur endurspeglar viljan hjá grikska fólkinum
soleiðis at parlamentið betur endurspeglar viljan hjá grikska fólkinum.
 
22.07.2016 - 09:49

Fram til í dag hevur flokkurin, sum fekk flestar atkvøður, fingið 50 sessir eyka í parlamentinum, men nú verður henda áseting strika, soleiðis at parlamentið betur endurspeglar viljan hjá grikska fólkinum.

- Hava vit í huga, at stórar samgongur eru ikki í ljósmála í løtuni, so er greitt, at lógin skapar størri óvissu, sigur Costas Panago-Poulos, politiskur greinari, við SVT.

Valaldurin lækkar úr 18 niður í 17 ár. Nýggja vallógin var eitt av lyftunum hjá Alexis Tsipras, forsætisráðharra, men broytingin kann ávirka politisku trygdina í landinum, sum longu hevur havt fýra val síðani 2012.

-  Nú mugu tríggir ella fýra flokkar semjast, fyri at kunna skipa stjórn, sum nyttar nakað, sigur politiski greinarin, Costas Panago-Poulos í samrøðu við svenska sjónvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659