Erdogan: Ungur drongur bar sjálvmorðsbumbuna

Erdogan: Ungur drongur bar sjálvmorðsbumbuna
Tað var ein 12-14 ára gamal drongur, ið hevði sjálvmorðsbumbuna á sær, ið kravdi 50 lív í Suðurturkalandi um vikuskiftið, sigur forsetin í landinum
50 fólk doyðu og 69 onnur vórðu særd í eini atsókn í Suðurturkalandi leygarkvøldið. Bumbumaðurin var bara 12-14 ára gamal, sigur turkiski forsetin, Erdogan
Mynd: AP  
 
22.08.2016 - 11:50

Tað var eftir øllum at døma yvirgangsfelagsskapurin Islamskur Statur, sum skipaði fyri atsóknini at brúdleypsgestum í býnum Gaziantep í landsynningspartinum í Turkalandi leygarkvøldið.

Tað sigur turkiski forsetin, Erdogan, sambært tíðindastovuni AP. Hann sigur, at sjálvmorðsbumbumaðurin var bara millum 12 og 14 ára gamal.

Hann sigur, at eingin munur er á Islamskum Stati, kurdiskum uppreistrarbólkum ella G:ulen-rørsluni, sum Erdogan leggur undir at hava skipað fyri miseydnaðu kvettroyndini í Turkalandi fyrr í summar.

Eingin tikið ábyrgdina á seg

- Vit hava bara ein boðskap til teirra, sum leypa á okkum. Tað fer ikki at eydnast tykkum, sigur Recep Tayyip Erdogan í einari yvirlýsing.

Gazientep er 60 kilometrar frá sýriska markinum, og túsundtals fólk, sum eru flýdd undan krígnum í Sýria, búgva í býnum.

Eingin hevur átikið sær skyldina av sjálvmorðsbumbuatsóknini í leygarkvøldið, heldur ikki Islamskur Statur. 50 fólk doyðu í atsóknini og 69 fólk vórðu særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572