Meginparturin av teimum dripnu børn

Meginparturin av teimum dripnu børn
Tað vóru fyri tað mesta børn, sum lótu lív, tá ein sjálvmorðsbumba í Suðurturkalandi leygarkvøldið kravdi 54 lív
Tað vóru fyri tað mesta børn, sum doyðu, tá ein sjálvmorðsbumba kravdi 54 lív í Suðurturkalandi leygarkvøldið
Mynd: AP  
 
22.08.2016 - 14:42

Meginparturin av teimum, sum lótu lív í eini sjálvmorðsbumbuatsókn í suðurturkiska býnum, Gaziantep, leygarkvøldið, vóru børn.

Til samans vóru 29, av teimum nú 54 deyðu í kjalarvørrinum á atsóknini, børn undir 18 ár, skriva fjølmiðlar sambært bretska kringvarpinum, BBC.

Erdogan: Bumbumaðurin bara 12-14 ár

Tað var leygarkvøldið, at ein atsókn í Suðurturkalandi kravdi 54 mannalív, tá fólk vóru komin saman til brúdleyp í suðurturkiska býnum, Gaziantep.

Tað var ein 12-14 ára gamal drongur, ið hevði sjálvmorðsbumbuna á sær, ið kravdi 50 lív í Suðurturkalandi um vikuskiftið, sigur forsetin í landinum, Erdogan.

Eingin hevur átikið sær skyldina av leygarkvøldið, heldur ikki Islamskur Statur. Býurin, Gaziantep, er umleið 60 kilometrar sunnan fyri sýriska markið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870