Aleqa Hammond fór sjálv úr Siumut

Aleqa Hammond fór sjálv úr Siumut
Grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond, valdi sjálv at fara úr flokkinum Siumut, og at halda fram sum limur í Fólkatinginum
 
24.08.2016 - 09:10

Tað sigur hon við donsku tíðindastovuna, Ritzau. Hon sigur, at flokkurin kom til ta niðurstøðu, at hon kundi velja ímillum at fara úr Fólkatinginum og at lata varalimin taka sæti har.

Ella kundi hon halda fram í Fólkatinginum, og ikki vera limur í Siumut, men uttanflokka. Aleqa Hammond sigur, at hon valdi at fara úr Siumut, tí hon vildi ikki siga fólkatingssessin frá sær.

SÍ EISINI Aleqa aftur nýtt skattapening til privat endamál

Tí heldur Aleqa Hammond fram í Fólkatinginum. Hon sigur at hon fekk nógvar atkvøður á fólkatingsvalinum, og fer at virka fyri teimum málum, sum hon varð vald uppá.

Aleqa Hammond kom í andróður um vikuskiftið, tá tað kom undan kavi, at hon hevði nýtt 13.000 kr. av einum pengakorti hjá Fólkatinginum til egna nýtslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659