Lovar fraklendingum fólkaatkvøðu um ES-limaskap

Lovar fraklendingum fólkaatkvøðu um ES-limaskap
Frakland kann aftur gerast eitt frítt og sjálvstøðugt land, sigur Marine Le Pen, leiðari í franska høgraflokkinum
Leiðarin í franska høgraflokkinum hevur lovað fólkaatkvøðu um ES-framtíðina hjá landinum, verður hon næsti forsetin
 
05.09.2016 - 11:50

Leiðarin í franska høgraflokkinum, Front National, Marine Le Pen, lovar franska fólkinum eina fólkaatkvøðu um franska limaskpin í ES, um hon verður vald til forseta.

Tað segði hon á einum veljarafundi. Meiningakanningar vísa, at Front National fær stóra undirtøku á forsetavalinum næsta ár.

Fer helst at klára seg væl

Politiskir eygleiðarar siga tað ikki vera óhugsandi, at Marine Le Pen fer at klára seg somikið væl, at hon sleppur til seinna umfarið av forsetavalinum.

Franskir politikarar hava í nógv ár skuldsett Front National fyri at verða fíggindaliga sinnaðan ímóti innflytarum, og at vera ímóti muslimum.

Hóast tað, so vísa meiningakanningarnar at flokkurin hevur støðuga framgongd, tí fólk í Fraklandi eru misnøgd við háttin hjá ES í flóttafólkaspurninginum, ið nógv meta sum eina kreppu í Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744