Revsimál aftur í rættin

Revsimál aftur í rættin
Rættarmálið móti Stichting Sea Shepherd Global í Amsterdam kemur nú fyri aftur í Føroya rætti í aðru viku
Revsimálið móti Stichting Sea Shepherd Global snýr seg um tvær ákærur. Onnur er um brot á revsilógina, hin er um brot á grindalógina
 
05.09.2016 - 17:53

Revsimálið móti Stichting Sea Shepherd Global snýr seg um tvær ákærur, onnur er um brot á revsilógina, og hin er um brot á grindalógina.

Ein bátur hjá Sea Shepherd legði upp í grindaraksturin í Sandavági tann 12. august í fjør. Báturin sigldi fyri grindina og millum hvalirnar, beint áðrenn teir gjørdu landgongd.

SÍ EISINI Revsimálið má útsetast

Ákært er fyri brot á revsilógina, tí siglingin í Sandavági var, sambært ákæruvaldinum, fyrilitarleys vandagerð, sum setti lív og heilsu hjá grindafólkunum í vanda.

Sama mál var á skrá hjá Føroya rætti í januar í ár, men eingin frá altjóða deildini hjá Sea Shepherd kom í Føroya rætt.

Ákæruvaldið hevði boðsent 15 vitnum, sum vóru á sandinum ella í báti. Trý tey fyrstu vóru longu komin í dómhúsið, tá úrskurðurin fall; eingin rættarfundur á hesum sinni.

Kravið um bót verður størri

Tað er ikki prógvað, at Stichting Sea Shepherd Global er sloppið sær undan at koma á rættarfundin eftir at ákæruritið er kunngjørt.

Ákærin upplýsti, at kravið um bót verður nógv størri enn tær 75.000 krónur, sum Stichting Sea Shepherd Global fekk fyri sín lut í grindadrápinum í Bø 23. juli í fjør.

Báturin, Echo, sum hald skal leggjast á sambært ákæruvaldinum, er verdur 234.000 krónur við motorum. Almennu rættarfundirnir verða 16. 19. og 20. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439