Trygdin á kjarnorkuverki í vanda

Trygdin á kjarnorkuverki í vanda
Trygdin er ikki í lagi á kjarnorkuendurvinningarverkinum, Sellafield, í útnyrðingspartinum í Bretlandi, avdúkar sjónvarpssending hjá BBC
Trygdin á kjarnorkuendurvinningarverkinum, Sellafield, er í vanda, sigur eitt fyrrverandi starvsfólk. Tað er vanligt, at ov fá fólk eru til arbeiðis
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.09.2016 - 09:01

Ov fá starvsfólk eru á verkinum, har kjarnorkuvirki tilfar verður goymt í plastfløskum, og trygdarreglur ofta ikki verða hildnar. Tað avdúkar dokumentarsendingin hjá BBC, Panorama

Sellafield goymir meginpartin av kjarnorkuburturkastinum í Bretlandi. Hevði vanlukka hent á endurvinningarverkinum, høvdu grannalondini, eisini Føroyar, eisini verið í vanda fyri at verið rakt av kjarnorkuútláti.

Heili 97 ferðir hava ov fá fólk verið til arbeiðis á Sellafield í tíðarskeiðnum frá juli 2012 til juli 2013, kemur fram í sjónvarpssendingini hjá BBC.

Fyrrverandi starvsfólk gav BBC prei

BBC skrivar, at farið var at kannað Sellafield eftir at ein fyrrverandi leiðari á staðnum setti seg í samband við sjónvarpsstøðina. Í sendingini greiðir hann frá, at størsta vandamál er, eftir hansara tykki, um eldur kemur í verkið.

- Kemur eldur í Sellafield, kann tað breiða kjarnorkuvirki tilfar yvir alt Vesturevropa, sigur fyrrverandi leiðarin við Panorama hjá BBC.

Sendingin vísir eisini, at væta, sum inniheldur uran og plutonium, verður goymd í plastfløskum. Sambært BBC eru meira enn 2.000 fløskur á verkinum.

Ikki fyrstu atfinningarnar

Nógvar atfinningar hava verið móti Sellafield gjøgnum árini. Í 1970'árunum varð ikki gáað um, at súrregn fór at elva til burtureting.

Í 2005 segði bretski umsjónarmyndugleikin, British Nuclear Group, at brádliga vóru 30 kilo av plutonium á verkinum horvin. Mótstøðan móti kjarnorkuendurvinningarverkinum er vaksin seinastu 10 árini.

Men tað er ikki heilt einfalt at lata aftur Sellafield. Bretski ríkisgrannskoðarin, PAC, staðfesti í 2013, at tað verður ovurhonds dýrt at lata aftur SEllafield. 67,5 milliardir pund, umleið 599 milliardir krónur, at taka upp affallið frá Sellafield.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979