Sjúrður við nýggjari bók: Tá Føroyar skuldu loysa

Sjúrður við nýggjari bók: Tá Føroyar skuldu loysa
Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale sigur sína søgu um fullveldissamráðingarnar í bók, sum kemur út tann 29. september.
 
13.09.2016 - 18:21

Árini 1998 til 2001 vóru ein ógvuliga hendingarík og dramatisk tíð á politiska vígvøllinum í Føroyum, tá fullveldisskútan loysti frá landi.

Sjúrður Skaale var sum embætismaður við til tað mesta, tá landsstýrið fyrireikaði og førdi samráðingar við donsku stjórnina og samstundis var í hørðum stríði í Føroyum.

Hann fekk starv í Tinganesi í 1999. Hann ritstjórnaði Hvítubók, og síðani bleiv hann spunasmiður og var við til næstan alt, sum fór fram.

Hann var við á fundum og skrivaði eina rúgvu av fundarfrásøgnum, framløgum, talum og greinum fyri politikararnar. Eisini skrivaði hann dagbók ein part av tíðini.

Alt hetta tilfarið hevur hann varðveitt. Nú skrivar hann søguna um tað sum hendi júst so, sum hann upplivdi tað.

- Eg fekk ein innlit, sum var fáum beskorið, og sum eg haldi at tey, sum hava áhuga, eiga at fáa lut í, sigur Sjúrður Skaale.

Bókin "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" kemur út tann 29. september.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815