Juncker vil hava felags ES-her

Juncker vil hava felags ES-her
ES eigur at hava felags verju. Tað sigur Jean-Claude Juncker, formaður í ES-Kommissiónini, sum fyrrapartin helt røðu um støðu ES
ES eigur at hava ein felags her, segði Jean Claude-Juncker, formaður í ES-Kommissiónini millum annað í røðu fyrrapartin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
14.09.2016 - 12:27

ES eigur at hava ein felags her, segði Jean Claude-Juncker, formaður í ES-Kommissiónini millum annað í røðu síni fyrrapartin um støðuna hjá Evropeiska Samveldinum.

- Vit mugu hava eina europeiska høvuðsstøð, segði Jean Claude-Juncker í røðuni um støðuna í ES.

Bretar hava altíð verið ímóti sonevndum felags europeiskum heri og hava sagt, at vandin fyri at koma í stríð við áhugamálini hjá NATO hava verið ov stór. Men nú bretar hava avgjørt at fara úr ES, er slóð ruddað fyri tættari hernaðarligum samstarvi í ES.

Brfexit fylti nógv í røðuni

- Sterkari hernaðarlig verja í Evropa merkir ikki, at vit skulu hava minni transatlantiskan solidaritet. Hetta eigur at koma afturat NATO, segði Juncker í røðu síni.

Nógv av røðuni snúði seg um Brexit. Juncker segði, at sundurlyndið hevur elvt til "gallopperandi populismu", og at Evropa má verja seg fyri tí.

- Høvuðsdentur má aftur leggjast á Evropiska Samveldið sum drívandi megi fram móti sameining, segði Juncker í røðuni.

Umrøða ES-framtíðina fríggjadagin

- Fram um alt, so merkir Evropa friður. Tað er eingin tilvild, at longsta tíðarskeiðið við friði byrjaði við stovnanini av europiska samstarvinum, segði formaðurin í ES-kommissiónini og legði afturat:

- Evropa hevur gloymt sína fortíð. Men mínar damur og harrar, børn okkara hava betri uppiborið, sigur Jean Claude-Juncker, formaður í ES-Kommissiónini.

Fríggjadagin hittast ES-leiðararnir í høvuðsstaðnum í Slovakia, Bratislava, at kjakast um framtíðina hjá samveldinum. Bretski stjórnarleiðarin, Theresa May, verður - sum vera man - ikki við á fundinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923