300.000 komin um Miðjarðarhavið

300.000 komin um Miðjarðarhavið
Nógv færri flóttafólk og tilflytarar eru komin um Miðjarðarhavið í ár enn í fjør, upplýsir ST-flóttafólkastovnurin, UNHCR
Tað, sum er farið av árinum, eru 300.000 flóttafólk og tilflytarar komin um Miðjarðarhavið. Fyrstu níggju mánaðirnar í fjør var talið 520.000
 
20.09.2016 - 17:04

Tað, sum er farið av árinum, eru 300.000 flóttafólk og tilflytarar komin um Miðjarðarhavið. Fyrstu níggju mánaðirnar í fjør var talið 520.000.

Til samans eru umleið ein millión flóttafólk og tilflytarar komin til Evropa. Nógv er komin úr krígsherjaða Sýria. Hóast nógv færri eru komin til Evropa í ár, eru nógv fleiri deyð í ár í royndini at sleppa til Evropa.

SÍ EISINI ES-avtala um flóttafólk miseydnað

Higartil er 3211 flóttafólk og tilflytarar druknað í Miðjarðarhavinum. Nógv flestu tilflytararnir koma til Grikkalands og Italia. 130.400 fólk eru komin til Italia í ár.

Í vár varð gjørd avtala millum ES og Turkaland um at senda flóttafólk og tilflytarar, sum er komnir til griksku oyggjarnar, aftur til Turkalands.

Tí hevur Grikkaland tikið ímóti 57 prosentum færri fólkum í ár, ella til samans 165.750 fólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233