Peningurin helst játtaður í vikuni

Peningurin helst játtaður í vikuni
Tvøroyrar Býráð fer væntandi at játta tvær milliónir krónur til Saltsilogrunnin, so mentanarhúsið SALT á Drelnesi kann gerast liðugt
Mest sannlíkt er, at býráðið fer at samtykkja at lata Saltsilogrunninum tær tvær milliónir krónurnar, sum í ár eru játtaðar til at reka Saltsiloini
 
21.09.2016 - 12:26

Í kvøld verður fundur í fíggjarnevndini, sum skal gera eitt tilmæli, og seinni í vikuni verður býráðsfundur um málið.

Mest sannlíkt er, at býráðið fer at samtykkja at lata Saltsilogrunninum tær tvær milliónir krónurnar, sum í ár eru játtaðar til at reka Saltsiloina.

Ætlanin hevur verið, at arbeiðið uppá Saltsiloina skal vera liðugt 23. november. Til samans sjey arbeiðstakarar hava arbeitt upp á Saltsiloina á Drelnesi.

Fíggjarnevndin fund í kvøld

Í kvøld verður fundur í fíggjarnevndini í Tvøroyrar Býráð, sum skal gera eitt tilmæli til býráðið um at lata Saltsilogrunninum pengar, so arbeiðið, at gera saltsiloina lidna, kann halda fram.

Saltsiloiin hevur tørv á upp til tríggjar milliónir krónur frá býráðnum. Nevndin fyri Saltsilogrunnin hevur fingið at vita frá AP Møller-grunninum, at grunnurin er sinnaður at veita ætlanini upp til tríggjar milliónir krónur aftrat.

Men treytin er, at onkur annar partur kemur við eins nógvum pengum, sigur nevndarformaðurin, Ólavur Rasmussen. Spurdur hví grunnurin ikki biður landið um fleiri pengar, svarar Ólavur Rasmussen, at tað hevur hann ongar viðmerkingar til.

SÍ EISINI Brúk fyri meira pengum

Tað er neyðugt við seks milliónum krónum aftrat, fyri at arbeiðið uppá Saltsiloina kann gerast liðugt. Tørvur er á peningi fyri arbeiðið, sum longu er gjørt, og so til ymiskt sum er eftir at gera.

Tað manglar ikki nógv í, til at arbeiðið kann gerast liðugt. Millum annað eru tvær stáltrappur eftir at seta upp, onkrar hurðar at seta í, gólvið skal slípast og so skal asfalterast uttanfyri.

Tvøroyrar Býrað hevur umrøt umbønina um pengar í eina tíð, men enn er einki úrslit komið burturúr. Eitt tilmæli skal helst gerast á fundinum í fíggjarnevndini í kvøld.

Óvissa um restina av peninginum

Sum skilst verður tosað um at lata Saltsilogrunninum tær tvær milliónir krónurnar, sum býráðið hevur játtað til raksturin av Saltsiloini í ár, tí teir pengarnir verða ikki brúktir til rakstur í ár.

Hvussu verður við triðju milliónini sum tørvur er á, er ikki greitt. Men inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu eru umleið eina millión krónur hægri higartil í ár, enn mett varð.

Um teir pengarnir so verða játtaðir til Saltsiloina skal fíggjarnevndin taka støðu til. Tvøroyrar Býráð vil hava eina loysn á málinum. Ætlanin er, at býraðsfundur verður í vikuni, so málið kann avgreiðast.

Vil ikki gera samrøðu

Ólavur Rasmussen, formaður í nevndini fyri Saltsiloina, vil ikki gera samrøðu um støðuna í løtuni, men tað er hann fúsur til, tá kommunan hevur tikið avgerð, sigur hann.

Um kommunan ikki er sinnað at veita allar pengarnar, so hevur Saltsilogrunnurin hemild at taka lán fyri at fíggja restina, sigur Ólavur Rasmussen.

Ætlanin hevur verið, at arbeiðið uppá Saltsiloina skal vera liðugt 23. november. Til samans sjey arbeiðstakarar hava arbeitt upp á saltsiloina á Drelnesi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815