Vilja tálma gestaarbeiðarum

Vilja tálma gestaarbeiðarum
Landsstýrið í Grønlandi fyrireikar nú eitt lógaruppskot, ið skal tryggja grønlendingum heldur enn útlendingum arbeiði í landinum
Grønlendska fakfelagið, SIK, ávarar móti sosialari dumping. Landsstýrið fyrireikar nú eitt lógaruppskot, ið fyrst og fremst skal tryggja grønlendingum arbeiði
 
26.09.2016 - 16:16

Grønlendska fakfelagið, SIK, ávarar móti sosialari dumping. Grønlendska landsstýrið fyrireikar lógaruppskot, ið skal tálma streyminum av gestaarbeiðarum.

Lógaruppskotið hjá grønlendska landsstýrinum skal tryggja, at grønlendingar koma fremst í bíðirøðina til arbeiði. Atfinningar eru móti lógaruppskotinum, skrivar Sermitsiaq.

Fakfelagið, SIK, ivast í, um lógarteksturin er nóg greiður til, at hann kann verja lokalu arbeiðsmegina móti kapping frá fremmandum.

Arbeiðsgevarar skulu grundgeva

Tað eigur at verða soleiðis, at arbeiðsgevarin skal grundgeva fyri, hví hann velur frá grønlendska arbeiðsmegi, vísir grønlendska fakfelagið, SIK, á.

- Vit vita, at nógv dømi eru um kronglan, sum í ávísum førum kann hava feril av sosialari dumping, skrivar SIK í hoyringssvarinum til lógaruppskotið.

Fyritøkur sleppa sær undan reglunum við at geva noktandi svar, ið er grundað á falskar grundgevingar, vísir fakfelagið eisini á sambært Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923