Tilmælið latið inn

Tilmælið latið inn
Setanarbólkurin, ið skal innstilla fólk til aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, er liðugur við sítt arbeiði
 
07.10.2016 - 15:54

Setanarbólkurin, ið skal gera tilmæli um aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, er liðugur við arbeiðið, og hevur greitt úr hondum tilmælið.

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sum eisini er í setanarbólkinum, vil ikki siga, hvussu nógv fólk eru innstillað til aðalstjórastarvið í ráðnum.

Hetta er aðru ferð, søkt hevur verið eftir aðalstjóra til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í hesum umfarinum eftir at rumbul tók seg upp um setanartilgongdina.

Tá freistin at søkja starvið aðru ferð var úti fyrst í september, høvdu sjey fólk søkt. Setanarbólkurin er tann sami sum seinast, starvið varð lýst leyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334