Politiken ger seg inn á rættarstatin

Politiken ger seg inn á rættarstatin
Søren Pind, løgmálaráðharri, finst í dag hvassliga at Politiken, sum hevur valt at prenta bókina, sum PET vildi hava fútaforboð móti at geva út
Jacob Scharf sigur, at einki er í bókini, sum kann skaða PET
Mynd: bt.dk  
 
09.10.2016 - 12:58

Fútabannið móti bókini um fregnartænastuna hjá danska politinum, PET, misti sín týdning, tá Politiken valdi at prenta alla bókina í eini serútgávu av blaðnum. PET fer ístaðin at kanna, um tagnarskyldan er brotin av høvundanum og samrøðupersóninum, sum er fyrrverandi stjóri sama stað, hann eitur Jacob Scharf.

Christian Jensen, ábyrgdarblaðstjóri á Politiken sigur í sambandi við útgávuna, at fútabannið gjørdi seg inn á grundleggjandi frælsisrættindi, og at fregnartænastan saman við býarrættinum í Keypmannahavn við hesum hevur skapt ein demokratiskan trupulleika. Umrøddu bókina hevur Morten Skjoldager, journalistur á Politike skrivað, fyri forlagið People´s Press, og hon er lutvíst grundað á samrøður við Jakob Scharf, sum var PET-stjóri í sjey ár.

PET hevði ikki lisið bókina, áðrenn tænastan kravdi og fekk fútabann. Forlagið hevði noktað PET at sleppa at lesa hana áðrenn hon var útgivin, og hetta fær blaðstjóran á Politiken til at siga, at PET krevur at sleppa at vera publisistiskur eftirlitsstovnur - og hetta er tað sama sum sensusur.

Søren Pind, løgmálaráðharri finst í dag hvassliga at Politiken, sum altso hevur valt at prenta bókina í fullum líki í dagsins útgávu. Løgmálaráðharrin skrivar soleiðis á sínum facebook-vanga: - Politiken hevur valt at seta dómstólarnar til viks og átekur sær ábyrgdina fyri betur enn PET og rætturin at kunna meta um, hvørt upplýsingar frá PET kunnu skaða arbeiðið hjá PET. Søren Pind, løgmálaráðharri skrivar víðari: - So einfalt kann tað sigast: Politiken ger seg inn á rættarstatin. Politiken setur seg yvir hann og hevur greitt sett seg yvir lóggevandi, dømandi og útinnandi valdið í grundlógini. Hendan rættarstøðan kann ikki góðtakast, skrivar løgmálaráðharrin.

Jacob Scharf tvíheldur sjálvur um, at einki er í bókini, sum kann skaða PET. - Har stendur einki um loyniligt virksemi ella líknandi frá míni tíð sum stjóri. Tvørturímóti byggir bókin á opin kriminalmál, sum øll hava verið fyri í rættinum, sigur hann við Jyllands-Posten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881