Danmark og ES: Bannið hvalaveiðuni

Danmark og ES: Bannið hvalaveiðuni
Hvalaveiða skal ikki vera loyvd í suðuríshavinum, halda Danmark og ES. Føroyar og Grønland halda tó, at hvalaveiða skal vera loyvd har
Hvalaveiða í suðuishavinum skal bannast halda Danmark og ES. Sama sjónarmiðið hava Føroyar og Grønland tó ikki
 
10.10.2016 - 09:23

Danmark fer sostatt at atkvøða sum ES vil, og ikki sum Føroyar og Grønland vilja, tá uppskotið skal viðgerast í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, í døgunum frá 20. til 28. oktober.

- Hetta er enn eitt dømi um, at tað er ein trupulleiki, at Danmark skal atkvøða fyri alt ríkið, tí londini hava ikki somu áhugamál, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, við Sermitsiaq.

Danski uttanríkisráðharrin Kristian Jensen hevur boðað frá donsku støðuni í málinum, men fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønland hava gjørt vart við, at tey taka ikki undir við uppskotinum.

Fólkatingskvinna finst at donsku stjórnini

Fólkatingsumboðini óttast, at verður suðuríshavið friðað, kann tað við tíðini elva til, at forboð verður sett fyri hvalaveiðu í Arktis og norðuratlantshavinum. 

- Ríkisfelagsskapurin kann ikki halda eina kós, tí Føroyar og Grønland vilja ikki altíð tað, sum Danmark vil, og í øðrum førum vilja Føroyar og Grønland ikki tað sama, sigur hann.

Eisini grønlendska fólkatingskvinnan Aaja Larsen finst at donsku støðuni.

- Ríkisfelagsskapurin rúmar ikki altíð mótstríðandi áhugamálum og grønlendskum áhugamálum, sigur hon.

- Tað eru okkara áhugamál, sum hava størstan týdning í hesum málinum, sigur hon og sipar til, at hvalaveiðan hevur stóran búskaparligan og mentanarliga týdning fyri Grønland.

- Tí mugu vit kanna, hvussu okkara støða í IWC kann styrkjast, sigur hon við Sermitsiaq.

Danmark er limur í Altjóða hvalaveiðunevndini, tí grønlendingar og føroyingar drepa hval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233