Bankabygningurin seldur

Bankabygningurin seldur
Nú er greitt, at Bygningsstyrelsen keypir fyrrverandi bankabygningin í Húsagøtu í Havn til politistøð frá Tórshavnar kommunu
 
27.10.2016 - 14:45

Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur í dag góðkent avtaluna um bankabygningin í Húsagøtu umframt grannaognina. 

Kommunan keypti bygningin frá BankNordik fyri 40 milliónir krónur, og hevur nú selt bæði bygningin og grannaognina fyri 41,5 milliónir krónur.

Bygningsstyrelsen yvirtekur bygningin 1. november. Ætlanin er at umvæla og at byggja aftrat, so samlaði kostnaðurin verður umleið 106 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775