Nýggj samgonga í Grønlandi

Nýggj samgonga í Grønlandi
Ein nýggj samgonga varð fyri løtu síðani kunngjørd í Grønlandi. Samstundis verða tveir flokkar tveittir úr samgonguni
 
27.10.2016 - 12:44

Ein nýggj samgonga millum Siumut, Inuit Ataqatigiit og Partii Naleraq verður í løtuni (klokkan 12:44) kunngjørd á tíðindafundi í Nuuk, skrivar KNR.

Sostatt er eisini greitt, at Attasut og Demokratarnir verða tveittir úr nýggju samgonguni í Grønlandi, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

Samgongan greiðan meiriluta

Tað kemur ikki óvart á, at nýggj samgonga verður skipað í Grønlandi. Teir tríggir flokkarnir, ið sótu í samgonguni, høvdu trupult at finna stevið.

Ein av teimum stóru uppgávunum hjá nýggju samgonguni í Grønlandi verður at fáa eina nýggja fíggjarlóg upp á pláss, skrivar blaðið.

Nýggja samgongan í Grønlandi hevur ein greiðan meiriluta aftanfyri seg. Samgonguflokkarnir hava 24 av teimum 31 sessunum í Landstinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086