Svøríki stúrir fyri kríggi

Svøríki stúrir fyri kríggi
Vandi er fyri, at tað, sum hendir nú, kann enda við veruligum kríggi, sigur leiðarin fyri verjunevndini hjá svenska ríkisdegnum, Allan Vidman
 
28.10.2016 - 12:41

Í vikuni sigldu tvey russisk krígsskip frá Svartahavsflotanum inn í Eystrasalt. Í skipunum eru langtrøkkandi rakettir, sum kunnu hava kjarnorkuspreingiknøttar. 

Í kjalarvørrinum av russisku skipunum sigldu skip frá donsku sjóverjuni. NATO váttaði mikukvøldið, at skipini eru í Eystrasalti.

330 hermenn støð í Noregi

Kelda í russiska verjumálaráðnum váttar fyri blaðnum, Izvestia, at russarar økja um sína hjáveru í Eystrasalti. Fyrstu rakettirnar og skipini eru longu har, segði keldan við blaðið.

Formaðurin fyri svensku verjunevndini er stúrin, og sigur at russisku skipini gera ikki støðuna betri í økinum. Í september sendi Svøríki herdeildir til Gotlands, hálvtannað ár fyrr enn ætlað. 

Nú sigur leiðarin fyri svensku verjunevndini, at hann er stúrin fyri gongdini. Hann sipar til kunningina, sum víðkaða uttanríkis- og verjunevndin hjá norska Stórtinginum fekk mánadagin, um at 330 amerikanskir hermenn skulu hava støð í Værnes í Noregi.

Verjunevnd má gera skjótt av

- Tá Noreg sigur, at tey hava brúk fyri amerikonskum hermonnum á norskari jørð, og tað er ikki hent síðani kalda kríggið, skalt tú vita, at her ikki bara talan um svenska massapsykosu. Tað, sum nú hendir, ger meg stúrnan, sigur Allan Widman við SVT.

Russisku korvettirnar hava Kalibr-kryssararakettir, sum røkka 165 míl. Allan Widman krevur nú, at svenska verjunevndin ber skjótt at, og brúkar pengar til at ræða móti kríggi.

Spurdur, um hetta skal tulkast sum, at tað verður kríggj, um Svøríki ikki ber skjótt at, svarar Allan Widman, at tað eru ikki gerðirnar hjá Svøríki bara, sum avgera spurningin um kríggj, men at reellur vandi fyri kríggi er til staðar, tað vit flest øll.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809