Íslendingar fáa kanska minnilutastjórn

Íslendingar fáa kanska minnilutastjórn
Benedikt Jóhannesson, formaður í flokkinum Viðreisn, hevur í dag verið á fundi á Bessastøðum við íslendska forsetan, Guðna Jóhannesson
 
31.10.2016 - 17:42

Benedikt Jóhannesson sigur við fjølmiðlar, at flokkurin hjá honum stendur í eini lyklastøðu, og hann fer at miðja eftir eini liberalari stjórn á miðjuni.

- Vit eru her fyri at fáa okkara mál framd í verki, og vit gera alt fyri at náa teimum, sigur Benedikt Jóhannesson, formaður í flokkinum Viðreisn.

SÍ EISINI Vinstraflokkarnir helst ikki í stjórn

Spurdur, um flokkurin fer at samstarva við Sjálfstæðisflokkin og Bjarta Framtíð, svarar Benedikt Jóhannesson, at hann útilokar einki.

Viðvíkjandi minnilutastjórn har Viðreisn og Vinstragrøna flokkin fara í samgongu og við Bjartari Framtíð sum stuðulsflokki, vil hann einki siga.

Ikki annað enn, at tað er eisini áhugavert, men at hann útihýsur ongum møguleika enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207