- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rópar varskó um russiska hóttan
Evropa verður í hesum døgum hótt á nógvum økjum, sambært Andrew Parker. Men meðan fokus serliga er á víðgongdar islamistar, er stórsta hóttanin Russland, skrivar The Guardian.
- Landið brúkar nógva orku og styrki fyri at røkka sínum málum, sigur Andrew Parker og nevnir propaganda, njósning og álop í cyperspace sum dømi um vaksandi ágang úr Russlandi.
Samrøðan vekir ans
Sambært ovastanum fyri bretsku fregnartænastuna er tað tó ikki bara Bretland, sum er fyri russiskum ágangi. Ágangurin fer fram kring alt Evropa, sigur hann.
Samrøðan við Andrew Parker vekir ans í Bretlandi. Hetta er fyrstu ferð í 107 ára gomlu søguni hjá MI5, at ein sitandi fregnartænastuovasti ger samrøðu við eina avís.
Sambært Parker sjálvum noyðist eisini fregnartænasta at broyta seg og greiða fólki frá sínum arbeiði, skrivar bretska blaðið, The Guardian.