Taka undir við uppskoti

Taka undir við uppskoti
Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni um at broyta reglurnar, so pensjónistar fáa útgoldið serliga viðbót mánaðarliga
 
01.11.2016 - 11:35

Øll Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at broyta reglurnar um serliga viðbót til pensjónistar.

Í staðin fyri at fáa viðbót tríggjar ferðir um árið, skal viðbótin býtast og gjaldast í 12 pørtum, so fólki ikki nýtist at bíða so leingi eftir pengunum, heilt upp í fimm mánaðir eftir, at tey hava fingið rætt til at fáa viðbótina. 

Í staðin fyri at fáa  2.536 krónur tríggjar ferðir um árið, fáa fólk 634 krónur um mánaðin frá apríl næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775