Túsundtals rikin av gøtuni

Túsundtals rikin av gøtuni
Fleiri túsund gestaarbeiðarar, ið síðstu vikurnar hava hildið til í gøtunum í París, verða í løtuni riknir burtur
600 løgreglufólk reka í dag túsundtals gestaarbeiðarar av gøtuni norðarlaga í París til tryggari umstøður á móttøkustøðum í landspartinum
Mynd: AP  
 
04.11.2016 - 11:33

Fronsku myndugleikarnir byrjaðu í lýsingini í morgun at rudda leguna, túsundtals gestaarbeiðarar høvdu gjørt norðarlaga í París.

Minst 2.500 gestaarbeiðarar verða í dag settir í bussar, og síðani sendir til skipað móttøkustøð ymsa staðni í landspartinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Tað er avgerandi, at fólkini hava tað trygt. Tí senda vit tey til móttøkustøð, sigur ein talsmaður hjá løgregluni við franska blaðið, Le Monde.

Gomul tjøld, , klæðir, skógvar og flytikassar, ið hava verið brúktir at liggja á, liggja slødd á gøtuni, har túsundtals gestaarbeiðarar hava hildið til.

Tilsamans 600 løgreglufólk eru sett til at rudda gøturnar í París í dag. Uppruddingin verður væntandi liðug í dag, siga fronsku myndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207