HIV-farsótt rakar Russland

HIV-farsótt rakar Russland
Heilsumyndugleikarnir í fjórðstørsta býnum í Russlandi rópa nú varskó. Eitt av hvørjum 50 fólkum í býnum fær staðfest HIV
Myndugleikarnir í Russlandi hava mist tamarhaldið á HIV-smittuni. Onga aðrastaðni í heiminum spjaðist HIV so skjótt sum í Russlandi
Mynd: AP  
 
06.11.2016 - 10:55

Myndugleikarnir í russiska býnum, Jekaterinburg, har umleið 1,5 milliónir fólk búgva, heita nú á fólk um at ansa væl eftir sær, so HIV ikki spjaðir seg enn meira, skrivar AP.

Tað hendir eftir at tvey prosent av øllum íbúgvunum, eitt av hvørjum 50 fólkum, hava fingið staðfest HIV eftir at myndugleikarnir gjørdu tað lættari hjá fólki at kanna seg.

Talið á HIV-tilburðum í heiminum minkar støðugt, men ikki í Russlandi - tvørturímóti. Umleið 2,5 milliónir fólk í Russlandi hava nú fingið staðfest HIV, meta Sameindu tjóðir.

Skjótari spjaðing enn í Afrika

Myndugleikarnir hava ikki lurtað eftir ávaringum, og nú hava myndugleikarnir mist tamarhaldið. Onga aðrastaðni í heiminum spjaðist HIV so skjótt sum í Russlandi.

Í løtuni verða fleiri nýggir HIV-tilburðir staðfestir í Russlandi enn í flestu londunum í Afrika. 7.000 fólk í Russlandi verða smittað um vikuna, siga heilsumyndugleikarnir.

Mest vanliga smittuorsøkin er við sproytum, sum rúseitursmisnýtarar brúka, og millum hinskynd pør. Bara tvey prosent av teimum smittaðu eru samkynd, skrivar Aftenposten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970