Togaðu bát til lands

Togaðu bát til lands
Brimil kom um middagsleitið á Miðvág við einum glastrevjabáti, sum mátti sleipast til lands
 
06.11.2016 - 20:14

Ein maður umborð á einum glastrevjabáti ringdi hálvgum tíggju í morgun til MRCC Tórshavn, tí hann hevði fingið ein enda um skrúvuna.

Tað eydnaðist ikki manninum, sum var einsamallur umborð á glastrevjabátinum, so hann mátti ringja til MRCC og biðja um hjálp.

Brimil var tá staddur vestanfyri, so tað var skjótt at sigla út til glastrevjabátin, ið var staddur fimm fjórðingar vestur úr Trøllhøvda.

Vaktar- og bjargingarskipið kom á Miðvág við bátinum klokkan hálvgum eitt í dag, upplýsir vakthavandi á MRCC Tórshavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334