Vælútbúnar kvinnur kunnu avgera valið

Vælútbúnar kvinnur kunnu avgera valið
Kvinnur við góðum útbúgvingum kunnu vísa seg at fáa ein avgerandi leiklut á amerikanska forsetavalinum týsdagin, heldur serfrøðingur
Hvítar kvinnur við góðum útbúgvingum kunnu avgera forsetavalið í USA týsdagin, heldur danskur serfrøðingur
 
06.11.2016 - 17:28

Hvítar kvinnur við góðum útbúgvingum kunnu avgera forsetavalið í USA týsdagin. Tað heldur danskur serfrøðingur í amerikonskum viðurskiftum.

- Tað er ein bólkur, ið er serliga áhugaverdur á hesum valinum, sigur Jørn Brøndal, lektari á Syddansk Universitet, sambært DR Nyheder.

Valluttøkan eisini týdningarmikil

- Tær hvítu vælútbúnu kvinnurnar plaga at atkvøða fyri republikanarunum, men tað sær út til, at tær í ár fara atkvøða fyri Hillary Clinton, sigur lektarin.

Valluttøkan kann eisini verða ein viðspælari hjá Hillary Clinton og demokratunum. Tað er týdningarmikið fyri Clinton, at valluttøkan verður høg, sigur hann.

Donald Trump skal hinvegin seta sítt álit á veljarar úr miðal- og arbeiðarastættini, sigur Jørn Brøndal, serfrøðingur í amerikonskum viðurskiftum, í samrøðu við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006