Danmark dýrasta ES-landið

Danmark dýrasta ES-landið
Danskar familjur gjalda yvir ein fjórðing meira enn onnur fólk í ES-londum til fastar útreiðslur vísa nýggj tøl
Húsarhald í Danmark gjalda 29,3 prosent av samlaðu inntøkuni til fastar útreiðslur. Tað ger landið til tað lutfalsliga dýrasta landið í ES
 
29.11.2016 - 17:40

Húsarhald í Danmark gjalda 29,3 prosent av samlaðu inntøkuni til fastar útreiðslur sum húsaleigu, vatn, el og hita, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Tað ger eisini Danmark til tað lutfalsliga dýrasta ES-landið av liva í, vísa tøl hjá Eurostat, hagtalsstovninum hjá ES-londunum.

Malta í hinum endanum

Føstu útreiðslurnar hjá dønum dýrka eisini við tíðini, um føstu útreiðslurnar verða samanbornar við vaksandi lønirnar hjá dønum.

Í 2005 brúktu danskar familjur 26,3 prosent av tiltøkupeninginum til fastar útreiðslur, nú brúka tey 29,3 prosent. Hækkingin er trý prosentstig.

Í hinum endanum er Malta, ið er bíligasta ES-landið at liva í. Har brúka fólk bara 10,1 prosent av tiltøkupeninginum til húsaleigu, vatn, el og hita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744