Oyðsl á Amager

Oyðsl á Amager
Tey hava brúkt nógvar pengar at eta og drekka fyri, ið hava staðið fyri at byggja Royal Arena í Keypmannahavn.
Royal Arena í Keypmannahavn letur eftir ætlan upp í februar næsta ár
 
12.12.2016 - 09:31

Nýggja, stóra høllin í Ørestad á Amager verður skjótt liðug. Hon skal brúkast til ítróttar- og konsert-tiltøk, og einki er spart, heldur ikki uppá hotel- og matstovurokningarnar hjá teimum, ið hava staðið fyri byggiarbeiðinum.

Blaðið Berlingske hevur gjøgnumgingið túsund fylgiskjøl hjá felagnum Arena CPHX, ið stendur fyri byggingini, og blaðið skrivar, at meira enn tvær milliónir krónur eru brúktar á matstovum, til ferðir, umboðan og uppá at styrkja felagsskapin millum starvsfókið.

Marglætisgildi og ferðir

Til dømis var rokningin 42.000 krónur, tá 19 starvsfólk høvdu verið til jólaborðhald.

Tá fimm fólk høvdu verið í USA var rokningin 200.000 kr., og tá eitt starvsfólk hevði verið í Singapore á ráðstevnu var rokningin úr barrini á hotellinum 5.000 kr.

Helst svik

Peninganýtslan liggur á markinum til at vera heimildarsvik, siga fólk við blaðið, ið duga at meta um slíkt.

Útreiðslurnar eru farnar langt upp um tað, ið góðtikið verður innan tað almenna, tí talan er um skattaborgarans pening, sigur Bente Hagelund, løgfrøðingur og serfrøðingur í fyrisitingarrætti við Berlingske.

Kommunan kannar málið

Keypmannahavnar kommuna eigur 325 milliónir krónur ella helvtina av tí, høllin kostar at byggja.

Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at kommunan fer at kanna, um Arena CPHX hevur brotið reglurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050