ST lýsir støðuna í Aleppo vanlukkuliga.

ST lýsir støðuna í Aleppo vanlukkuliga.
Sambært sýriska mannarættindafelagsskapinum, SOHR, eru fyrstu bilafylgini við løstaðum longu farin úr Eystur-Aleppo
 
15.12.2016 - 14:32

Fleiri fráboðanir eru komnar úr Aleppo um, at stjórnardeildir hava skotið eftir fyrsta sjúkrabilinum, sum skuldi flyta burtur særdar íbúgvar úr eysturbýnum í Aleppo.

- Tvey sjálvboðin hjá okkum hava fingið løstir av skotum frá snigskjúttum hjá sýriska stýrinum, tá tey skuldu slóða veg fyri sjúkrabilum í vesturbýnum í Aleppo, sigur Khaled Khatib í sjálvbodna hjálpabólkinum, Hvítir Hjálmar. Sambært sýriska mannarættindafelagsskapinum, SOHR, eru fyrstu bilafylgini við løstaðum longu farin úr Eystur-Aleppo yvir í vesturbýin.

Sambært AP-tíðindastovuni váttar umboð fyri sýriska herin, at alt er tilreiðar at flyta burtur sivil og uppreistrarfólk, so tey sleppa úr Aleppo tá tey vilja. - Í fyrstu atløgu er talan um 200 til 250 persónar, sum hava tørv á viðgerð. Vit hava 10 sjúkrabilar og umleið 20 bussar, sum skulu flyta fólkini gjøgnum økið, sum stjórnardeildir hava valdið á, til vesturbýin í Aleppo, sigur Ola Ulmo, sum umboðar Noreg í ReyðaKrossi í Sýria, við norska TV2. - Vit hava frætt, at skotið er eftir bilafylginum. Eg kann tó ikki vátta tað, men vit bíða eftir fráboðan frá okkara fólkum í Aleppo, sigur Ulmo. 

Les eisini: ST-aðalskrivarin finst at Russlandi og Sýria

Sýriskir uppreistrarbólkar hava fyrr sagt, at hetta er nýggj roynd at flyta fólk úr Eysturaleppo, - eitt samdøgur eftir fyrru royndina, sum miseydnaðist, tí íbúgvarnir noyddust at flýggja undan nýggjum luftálopum. - Vápnahvíld er nú í Aleppo eftir samráðingar millum russarar og turkiska HálvMána. Fyrsti bólkurin av sivilum og særdum fólkum fara úr býnum nú í lýsingini í dag, sigur Yasser al Youssef, talsmaður fyri uppreistrarbólkin Nur-eddine al-Zinki. Sambært avtaluni skulu fólk í tveimum bygdum í útnyrðingspartinum av Sýria, sum uppreistrarbólkar hava valdið á, fyrst flytast burtur. Sýriskir myndugleikar og sameindu tess í Iran siga, at flytingini úr EysturAleppo byrjar, tá fólk eru farin úr hesum báðum bygdunum, sigur BBC.

Fleiri túsund fólk eru framvegis eftir í økinum, sum uppreistrarfólk hava valdið á, og ST lýsir støðuna at vera vanlukkuliga. Sýriski ReyðiKrossur sigur, at tey hava 10 sjúkrabilar standandi til reiðar fyri at taka ímóti særdum og sjúkum sivilum íbúgvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498