Kanna krígsbrotsverk í Sýria

Kanna krígsbrotsverk í Sýria
ST-aðalfundurin hevur samtykt, at serfrøðingar skulu útvega prógv fyri, at krígsbrotsgerðir eru framdar í Sýria
ST skal kanna krígsbrotsverk í Sýria
Mynd: www.cbc.ca/  
 
22.12.2016 - 14:00

Sostatt tekur ST fyrsta stigið at rættarsøkja tey, sum hava ábyrgdina av borgarakrígnum, sum nú hevur vart í nærum seks ár. 105 lond atkvøddu fyri og 15 ímóti. 52 atkvøddu ikki.

Serfrøðinganevndin fer at hava tætt samstarv við kanningarnevndina hjá ST, sum hevur lagt fram fleiri frágreiðingar um ræðuleikarnar í krígnum, sum hevur kravt meira enn 310.000 mannalív. Liktinstein eigur uppskotið um at skipa eitt panel at kanna krígsbrotsverk í Sýria. 58 lond taka undir við tí, teirra millum USA, Frakland, Bretland, Italia og Týskland. Russland og Kina hava fyrr verið ímóti slíkum kanningum.

Í 2014 forðaðu Russland, sum er týdningarmesti sameindi hjá Sýria, og Kina fyri at lata altjóða revsidómstólin kanna krígsbrotsgerðir í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775