Tann eini kupilin burtur

Tann eini kupilin burtur
Jólaódnin hevur gjørt av við tann eina kupilin, sum stóð á Sornfelli. Trupult er at sleppa niðan á at bjarga restunum
Soleiðis sær í dag út á Sornfelli, har tann eini kupilin fór við vindinum í jólaódnini
Mynd: KvF/Jens Jákup Hansen  
 
26.12.2016 - 14:26

Norðari kupilin á Sornfelli er farin um koll í ódnarveðrinum, sum hevur herjað á jólum. Talan er um tann kupilin, sum radarin stendur inni í.

Fólk frá Landsverki eru í dag farin niðan á Sornfelli fyri at kanna málið, og tey kundu fyri løtu síðani staðfesta, at norðari kupilin er farin.

Trupult at sleppa niðan á

Tvær ferðir síðani tollaksmessudag eru alarmarnir í kuplunum farnir í gongd. Fyrru ferð var talan um tekniskan alarm, seinni ferð fór brandalarmurin í gongd.

Men vánaliga veðrið hevur gjørt tað ógjørligt at fara niðan í kuplarnar fyrr enn í dag. Bogi Vinther, leiðari fyri bygnings viðlíkahaldið hjá Landsverki, er í løtuni staddur á Sornfelli.

Hann hevði ikki stundir at tosa við útvarpið klokkan 14, men segði seg bara kunna staðfesta, at norðari kupilin er koppaður og radarin inni í kuplinum eisini hevur fingið skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329