Handtikni maðurin leyslatin

Handtikni maðurin leyslatin
Myndugleikarnir í Týsklandi hava leyslatið ein mann, sum hildið varð hevði samband við yviergangsálopið í Berlin undan jólum
Ein 40 ára gamal maður, sum myndugleikarnir hildu hevði samband við yvirgangsálopið í Berlin undan jólum, er leyslatin aftur
 
29.12.2016 - 16:25

Maðurin, ið varð handtikin í Týsklandi í gjár í samband við atsóknina í Berlin, er nú leyslatin aftur. Tað skrivar tiðindastovan hjá Ritzau.

40 ára gamli maðurin úr Tunis var undir illgruna fyri at hava havt samband við 24 ára gamla Anis Amri, ið er undir illgruna fyri at hava framt álopið.

SÍ EISINI Tikin fyri yvirgangsálopið í Berlin

Yvirgangsmaðurin rændi ein lastbil frá einum bilførara úr Póllandi, sum hann gjørdi av við. Síðani koyrdi hann inn í eina mannamúgvu á einum jólatorgi í Berlin.

Til samans 12 fólk lótu lív og 56 onnur vórðu løstað á jólatorginum í Berlin 19. desember, tá yvirgangsmaðurin koyrdi inn í mannamúgvuna við lastbilinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744