2016 trygt fyri flogferðsluna

2016 trygt fyri flogferðsluna
2016 var hitt næstbesta nakrantíð, tá hugt verður eftir vanlukkum og deyðsføllum í samband við flúgving, vísir ein uppgerð fyri árið
2016 var eitt tað tryggasta árið nakrantíð fyri flogferðsluna vísir uppgerð hjá myndugleikunum
 
02.01.2017 - 08:38

Tað er blivið tryggari at flúgva. Tað vísa tøl frá týska Jet Airliner Crash Data Evaluation og Avatiation Network í Hollandi fyri 2016.

Sambært týska stovnunum doyðu 321 fólk í flogferðslu í 2016. Hollendski stovnurin ger tølini upp øðrvísi, og sigur at 325 lótu lív í flogferðslu.

Hernaðarflogfør ikki við í hagtølum

Umleið 35 milliónir flogferðir hava verið í 2016. Av øllum hesum flogferðunum hendu til samans 19 vanlukkur, ið kravdu mannalív.

Tað er eina ferð fyri hvørjar 3,2 milliónir flogferðir. Hernaðarflogfør eru ikki við í hagtølunum hjá teimum báðum stovnunum.

Tí er russiska Tupolev-flogfarið , sum datt niður í Miðjarðarhavið í desember mánað, ikki við í hagtøliunum. Tá lótu 92 fólk lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744