Hópdrápsmaður aftur í fongsli

Hópdrápsmaður aftur í fongsli
Charles Manson, sum er fongslaður í lívstíð, sleppur ikki undir sjúkrahúsviðgerð tí hann er ov veikur, upplýsa amerikanskir miðlar
Hópdrápsmaðurin, Charles Manson, er ov veikur til at fáa sjúkrahúsviðgerð, skriva fleiri amerikanskir fjølmiðlar. Hann hevur 12 ferðir søkt um at verða leyslatin síðani hann varð dømdur níggju ferðirnar lívstíð
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
08.01.2017 - 09:14

Amerikanski hópdrápsmaðurin, Charles Manson, er eftir øllum at døma ov veikur til at koma undir skurð fyri innvortis bløðingar.

Tað skrivar franska tíðindastovan, AFP. Myndugleikarnir í USA vilja kortini ikki úttala seg, og tíðindini eru tískil ikki váttað.

Charles Manson varð fluttur á eitt sjúkrahús í Bakersfield í Kalifornia nýggjársdag, tí hann skuldi viðgerast fyri innvortis bløðingar.

Dømdur níggju ferðir lívstíð

Onkrir fjølmiðlar skriva, at grundin ikki er innvortis bløðingar, men at Charles Manson hevur álvarsligar trupulleikar við heilivági, hann tekur.

Charles Manson er fongslaður í níggju ferðirnar lívstíð fyri at hava myrt sjey fólk í fleiri ríkum býarpartum í Los Angeles afturi í 1969.

Hann var leiðari í einum felagsskapi, sum royndi at skumpa ábyrgdina á litt fólk, og á tann hátt at royna at byrta ófrið millum svørt og hvít fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659